søndag den 15. december 2013

Jólatrø úr gomlum bókum og bløðum


Meðan stormur og snarljós buldraðu uttanfyri seinnapartin í gjár, setti eg meg at falda eitt jólatræ úr eini gamlari bók. Eg leitaði ein dagin eftir DIY (do it yourself) jólahugskotum, og fann eitt youtube filmsbrot.

Eg havi brúkt eina gamla bók, sum eg havi goymt til tað sama. Eg kundi eisini keypt onkra bók frá Reyðakrossi fyri 5 kr. ella brúkt okkurt blað, t.d. onkra gamla Kvinnu, men eg fái meg ikki til at brúka mínar gomlu Kvinnur.

Eg havi málað træið við grønari máling, sum eg havi tynt við vatni. Eg havi prýtt træið við silvurlittum hjørtum og stjørnum, sum eg havi stansað út. Silvurpappírið er av eini gávueskju





Her er leinkjan til GTS jólatræið

onsdag den 11. december 2013

11.12.13.14.15





Tað var ein fantastisk løta í Sandagerði í dag 11.12.13  kl. 14.15. Tað fløddi, tað regnaði beint niður eftir og luftin var púra still. Ongantíð áður hava 2 minuttir gingið so seint, sum tá vit 18 kvinnur stóðu hond í hond og bíðaðu til kl. bleiv 14.15, tá vit allar leiddust út á sjógv og løgdu okkum at svimja nøkur tøk :)

Á sandinum stóð Lisbeth Gotved og tók flottar myndir.

torsdag den 5. december 2013

Soleiðis kanst tú pussa messing


Eg eigi eina rúgvu av messing stakum í øllum møguligum formum, sum eg havi keypt í ymiskum endurnýtsluhandlum og á loppumarknaðum. Nakrir av stakunum er so jólaligir, at eg goymi teir millum jólaprýðið. Í kvøld havi eg pussa tríggjar av teimum jólaligu stakunum og sett hvít kertuljós í. Ljósini eru svanamerkt 100 % stearin.
Eg tími so illa at pussa, tí standa stakarnir og onnur metalting sjáldan frammi. Seinastu dagarnar havi eg leita ymsastaðni á netinum, eftir alternativum pussiháttum. Eg fann hópin av góðum ráðum og hugskotum til at pussa messing, kopar og silvur. Her eru nøkur av ráðunum. Eg havi pussað hesar tríggjar stakarnar við tí fyrstu uppskriftini.

Uppskrift 1.
Tú skal brúka: Sitrónsýru og sitónuppvaskievni
Upploys eina súpuskeið av sitrónsýru og eitt sindur av sitrónuppvaski í kókandi vatni. Legg stakan í vatnið. Lat liggja í 5 minuttir .Skola og turka av.

Uppskrift 2.
Tú skalt brúka: Sitrónsýru og uppvaskievni
Fyll eitt fat við heitum vatni, upploys sitrónsýruna í vatninum. Legg messing stakan í vatnið, lat liggja í 15 minuttir. Skola stakan í vatni við uppvaskievni í og turka hann av.

Uppskrift 3.
Ger eina blanding soleiðis
1 Kop av vatni
1 kopp av ediki
1 kopp av hveitimjøli
2 teskeiðir av sitrónsýru
2 teskeiðir av salti  
Smyr blandingina á stakan og skolavið lunkaðum vatni. Turka av við bleytum klúti.
Blanda 6 dl edik og 1 spísiskeið av salti, pussa við blandingini. Vaska við salmiak blandað 1 til 6. turka við bleytum klúti.

Uppskrift 4
Smyr stakan inn í tannkrem, skola við lunkaðu vatni og pussa við bleytum turrum klúti. Hetta kann eisini brúkast til silvur og kopar.

Uppskrift 5
Smyr stakan í reint yogurt, lat standa nakrar minuttir og pussa.

Uppskrift 6
Legg stakan á blot í kyrnumjólk eitt samdøgur. Pussa sum vanligt.

søndag den 24. november 2013

Ein mánaði til jólaaftan

Um ein mánað er jólaaftan .Eg havi funnið ymisk jólatrø til íblástur. Eg gleði meg til jólahugnan saman við barnabørnunum, tá vit fara at gera jólagávur og pynt saman. Kanska tú eisini fær íblástur av hesum jólatrøunum.