Tað er kasta uppá, til ein puff. Eg bindi við ymiskum |
Tógv og tilfar fyllir nógv hjá mær í løtuni. Tað eru bert tveir og
ein hálvur mánaði eftir, til Bindifestivalin í Fuglafirði. Eg havi fyrireika
nakað, men enn manglar nokkso nógv at gera.
Í løtuni bindi eg
ein puff úr dupultum t-shirttógvið og ein úr ymiskum ullintum restum og gomlum
teppitógvi. Tað sær gott út, so eg gleði meg at fáa puffarnar lidnar.
Avbjóðingin við puffunum er fylla. Eg vil so fegin fylla teir við onkrum
stabilum tilfari, so til ber at sita á puffunum, uttan at teir broyta skap.
![]() |
Heimagjørt tógv úr gomlum t-shirtum. |
![]() |
Jersytoy sum skal klippast til tógv. |
Bindiroynd við dupultum t-shirtstógvið |