Eg eigi nógv tógv. Og nógv ymisk sløg. Tað mesta er ull og bummull. Okkurt er silki, lín og blandingar av fleiri sløgum. Eg eigi næstan einki tógv í acryl, polyester, polamid, nylon ella øðrum plastiktógvi. Tí mær dámar ikki at binda við plastiktógvið, hóast eg væl veit, at tað í summum førum styrkir tráin, um eitt sindur av nylonl er í - eitt nú í sokkatógvið. Tað ringasta við plastiktógvið og klæðum gjørd úr hesum tóvgvið er, at tá vit vaska tað, útloysir tað mikroplast, sum fer við frárenslinum út á sjógv. Tí havi eg valt at brúka minst møguligt av tógvið, sum er framleitt úr olju ella platiktilfari.
Eg havi rudda og skilt tógvið, so nú er lættari at fara í gongd. Tað mesta tógvið er ullint frá teimum føroysku tógvmerkjunum. Eg havi eitt-, tvey- og trýtráða, í ymsum litum. So eigi eg nokk so nógv bummullstógv.

Í tilgongdini koma nógvir taknar fram, um alt møguligt. Og so øll hugskotini sum floymdu inn yvir meg, um hvat eg skal brúka tógvið til. Eg neyt løtuna. Hesaferð gjørdi eg mær eina ætlan, um hvat tógvið skal brúkast til. Ikki alt, men nógv av tí.
Eg byrjaði beinanvegin, at binda úr tí ullinta, sum eg havi mest av. Tað skal bindast til eitt teppi úr fýrakantum í ymiskum litum. Eg valdi at binda á stokkum nr. 6 og við trý tráðaðum tógvið. Eg valdi trýtráðað, tí tað er skjótt at binda - og so fái eg brúkt næsta alt tað ullinta tógvið. Eg bindi við fleiri tráðum í senn, fyri at fáa alt í somu tjúgd. Eg blandi eisini litirnar saman.

Ein onnur ætlan er, at brúka tógv úr tógvgoymslumi til nakrar lampuskermar, sum hava ligið leingi og bíða eftir mær. Eg havi hugsað nógv um, hvussu og hvat eg skal binda uppá skermarnar. Ella um eg skal gera okkurt heilt annað við teir.
So sá eg ein so flottan lampuskerm, sum Karin starvsfelagið mín, hevði gjørt úr ymiskum tógvrestum. Eg tók hugskotið til mín, men visti ikki rættuliga, um eg átti tógv í røttum litum. Nú havi eg valt tógvið til skermanar. Tógvið er av ymiskum slagi og í ymsum litum. Tað góða við at brúka tógvið til lampuskermar er, at eg kann brúka alt slag av tógvið, tí skermanir verða ikki vaskaðir. Tað vil siga, tað fer einki mikroplast á sjógv við vaskingini.
Eg havi nógvar aðrar ætlanir, um hvat eg skal brúka tógvið til. Eg havi tógv til minst eitt ársbrúk, so tað ræður um ikki at freistast, tá eg renni meg í spennandi tógv.
Góða eyðnu við bindifestivalinum 2019
Elin Lindenskov