tirsdag den 25. marts 2014

Hállendsk viðmerking til bukkvald í postalíni


Tá eg var barn, sóust ruskdungar nógvastaðni í náttúruni, serliga niðri í fjøruni. Tað bleiv kallað Bukkvald. Bukkubilurin heintaði húsarhaldsruskið og koyrdi tað á Bukkvald. Tá hildu vit, at um vit tveittu burturkastið á sjógv, ja so hvarv tað og kom ongantíð aftur. Tað vóru ikki bara vit í Føroyum, men um allan heimin, har sum fólk høvdu burturkast, at tað bleiv tveitt út í náttúruni

Tá vit í 1960 – 70’unum spældu í fjøruni ella á sandinum var nógv spennandi at finna har, tí nógv av tí burturkastið, sum ikki er lívrunnið, rekur uppaftur á land.
Í dag vita vit, at nógv at tí burturkastinum, sum er tveitt í náttúruna ikki forgongur, men liggur og dálkar og órógvar lívið havinum. Í Stillahavinum er eitt økið á stødd við Afrika, sum kallast plastikksuppan. Har samlast hópin av tí plastikki, sum er tveitt á sjógv. Av tí at tað ikki forgongur, knúsar streymurin plastikki, so tað er í smáum bitum, tí kallast hetta plastikksuppan.

Tá Hollendska Foekje Fleur læs um “plastikksuppuna” í stillahavinum, fór hon at hyggja at sínum egna nærumhvørvi. Hon býr nærhendis ánni Mass í Rotterdam.

Tá Foekje Fleur fór at heinta plastikdunkar, sum liggja og flóta í ánni - gekk tað upp fyri henni, hvussu langa tíð plastikk hevur um at “forganga”. Hon fann dunkar av alskyns sløgum, formum og litum. Tað mest ræðandi er, at onkur av dunkunum er frá 1960’unum. T.v.s. teir hava sløðst úti náttúruni í upp til 50 ár, og eru heilir enn.

Foekje Fleur valdi at viðmerkja plastikk dálkingina við at framleið postalínvasar í sama liti og sniðið sum dunkarnar, hon fann í ánni. Hon valdi postalín, sum eina áminning um, tað sum ikki forgongur í náttúruni.

Dunkar sum Foekje Fleur hevur funni í ánni

Hesar fann eg í Sandagerði í morgun

eg ynski mær onkran av hesum vasunum :)

lørdag den 8. marts 2014

Góðan Kvinnudag


Tá eg bleiv konfirmera í 1976, var tað moderna við silvur smúkkum. Flesu gentur fingu fleiri smúkkur. Av teimum sum eg fekk, var ein silvurketa við einum kvinnumerk í. Kvinnumerkið bleiv mín yndis smúkka. Ketan hekk um hálsin á mær øll mín tannáringaár og nakað væl aftaná tað. Eg minnist ikki nær, eg tók keturna av og eg veit heldur ikki hvar hon er, men kvinnumerkið hevur sítt egna pláss millum mínar smúkkur. Av og á pussi eg tað og hangi tað um hálsin, við ketu ella leðurbandi. Í dag fari eg at hanga tað um hálsin. Eg haldi, eg fari at hanga tað um hálsin við einum leðurbandi. 
Í somu eskju, sum kvinnumerkið liggur í, goymi eg eina føðingardagsgávu, sum eg fekk, frá einari danskari vinkonu, tá eg fylti 21. Tað er ein emaliera brosja við tekstinum “kvinder er den halve verden”. Við myndini av hesum gávum, sum hava fylgt mær í so langa tíð, ynskja eg tykkum øllum eina góðan KVINNUDAG!

søndag den 2. marts 2014

Oyrnaperlur úr staka handskanum



Millum leðurrestirnar hjá mær fann eg ein stakan handska. Hann hevur ligið nakað leingi í kassanum. Eg havi fleiri ferðir ætla at brúkt hann til eitthvørt, tað er bara ongantíð blivið til nakað, tí tað er so lítið av leðri í einum handska.Í morgun kom handskin til sín rætt, eg skal brúka eina lítla gávu, sum skal sendast av landinum, so pakkin skal hvørki viga ella fylla ov nógv. Gávan bleiv til oyrnaperlur úr staka reyðbrúna handskanum.


staki handskin