Tá eg renni meg í akslatrø ílatin bundin klæði, keypi eg tey. Um tað er eitt gamalt akslatræ, kann jarnið ofta verða skeivt ella í vánaligum standi og klæðið lukta illa. Um klæðið er í góðum standi ber til at skrúva jarnið av og vaska træið við klæðinum á. Tá klæðið er turt, skifti eg jarnið út við eitt nýtt. Tað ber til at brúka jarnið úr einum nýggjum akslatræi, og seta í tað gamla, so tað verður sum nýtt.
Mær dámar væl hesi bundnu akslatrøini. Tey eru vøkur at hyggja at, tey eru unik og tey hava hvør sína søgu. Hóast eg ikki kenni søguna hjá hvørjum einstaka træið, so veit eg, at onkur hevur bundið tað við hond. Eg minnist, at vit bundu á akslatræ, tá vit lærdu okkum at binda. Kanska onkur genta langt áðrenn mína tíð, hevur lært seg at binda við júst mínum akslatræi, sum eg havi keypt á onkrum loppumarknaði. Tað serliga góða við bundnu akslatrøunum er, at klæðini hanga so væl á teimum, tey glíða ikki, næstan óansæð hvussu gløtt klæðini eru.
Tú kanst brúka alt slag av tógvið at binda um akslatrø. Eg havi bundið nøkur á stokkum nr. 3 og brúkt restir av 2 tráaðum Sirri tógvið. Tá kasti eg 12 eygu uppá, bindi stiklavond so langt, at tað røkkur til eitt akslatræ. Eg skrúvi jarnið av akslatrænum, bukki tað bundna stykkið um træið, seymi saman í neðra og so skrúvið eg jarnið á aftur.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar