fredag den 30. maj 2014

Kvøldtúrur í vøkru Havnin

Summarkvøldini í Føroyum eru fantastisk. Eg pástandi, at vit hava vakrastu náttúru og lekrastu litirnar. Og omaná tað heila hava vit tær fantastisku ljósu næturnar. Tað kann ikki verða betri.  Um tríggjar vikur ella ein og tjúgu dagar er longsti dagur. Ótrúligt at hugsa sær. Tá byrja dagarnir at styttast aftur. Men tá er eisini summar í Føroyum. Mær dámar sera væl mánaðirnar juli og august. Kanska tí, tá havi eg summarfrí. Mær dámar væl, at vera í Føroyum um summarið. Mær dámar væl at ferðast í mímum egna landi ella bara at njóta tað heima. Tí her er so vakurt.
Kristihimmalsferðardag fóru eg og maðurin ein kvøldartúr Úti við Strond. Hetta kvøldið valdu vit, at ganga niðri í fjøruni, tí tað ber væl til eitt summarkvøld sum hetta. Um veturinin ber ikki altíð so væl til at ganga niðri við sjóvarmálan, yviri við Strond, tí tá er oftani brim, vindur ella regn og tí ikki so lætt at ganga frá Skansanum og út á Boganes.
Mær dámar sera væl hendan túrin. Hann gevur mær altíð hópin av íblástri til alt millum himmal og jørð. Júst hetta fantastiska kvøldið var trupult at beskriva, tí har var so vakurt, so nógv at hyggja at, og so nógv at uppliva. Ikki bara náttúran. Eisini tað, sum vit menniskju hava gjørt og skapa. Tað tilvildarliga dregur meg. Eg elski at hyggja niðureftir, stara at tí, sum liggur beint framman fyri mær ella mínum fótum. Tað er ein fantastisk kensla, ein kensla av at hetta er lívið :). Men tað eru ikki øll, sum hava tað sum eg, so tá eg gangi/ferðist saman við manninum, má eg stýra mær. Eg kann ikki steðga alla tíðina og lata mannin bíða til eg eri liðug við mínar rannsóknir. Eg forgudi myndatólið, og nú eisini iPhonina sum hevur eitt super myndatól, ið næstan einki vigar og altíð er við mær. Hetta kvøldið steðgaði eg alla tíðina. Har var soooo nógv at hyggja at. Gott eg var í jakka, við stórum lummum, tí so hevði eg pláss fyri goggum, skeljum, leikapettum og einum gomlum Ajax-dunki. Eg kann bara mæla tær til eisini at fara út at leita. Men ikki taka ein ótolnan mann við. Tak heldur eitt forvitið barn við tær :) 



















søndag den 11. maj 2014

Lampuskermar úr pulp ella pappmasje

So setti eg meg aftur at hyggja at hesum flottu lampuskermunum. Enntá mitt um náttina, í mánalýsi, næstan fullmáni.  Eg veit ikki hví, men heima hjá okkum hava vit ongantíð funnið tær røttu lampunar, hóast vit havi búð her í skjótt 30 ár. Jú vit eiga eina lampu, sum okkum dámar sera væl.  Hon var dýr og lekkur, hildu vit, tá vit keyptu hana fyri mongum árum síðani. Hon stendur her enn.
Hesar havi eg funnið á netinum. Tær er evnaðar til í Italia, hondgjørdar úr pappíri, mjøli og vatni. Lampuskermanir eru prýddir við máling innan og og litaðum leidningum. Eg eri fallin fyri teimum, má fara at royna meg, vita um eg kann eftirgeraða ella lata meg inspirera av myndunum.
Eg eigi hópin av gomlum avísum, so tað er uppá pláss. Eg havi eisini fleiri uppskriftir uppá pappmasje og pappmasjelím, men eg veit ikki, um eg dugi at evna mín lampuskerm, akkurát soleiðis sum eg vil hava hann og sum okkum dáma her heima.
Eg fari enn einaferð at njóta myndirnar av lekru lampuskermunum. Vóni at tú eisini fær eina góða uppliving.
Um eg klári at evna okkara lampuskerm, so lovi eg, at taka myndir og deila uppskriftina við tykkum gott vikuskifti.







lørdag den 3. maj 2014

Elin ger urtapottar



Eg fekk brell í góðveðrinum í gjár. Brell at fara út at planta í pottar, tí okkara urtagarður enn ikki er klárur eftir stóru umvælingina fyri nøkrum árum síðani. Tað var deiliga heitt í sólini, sum rakti á terassuna seinrapartin.

Eg eigi hópin av teblikkum, konservisdósum, karamellukassum og øðrum íløtum úr metali. Eg goymi øll íløt úr metalið, tí tey kunna brúkast til so nógv. Eg brúki tey heima og í mínum arbeiðið á Háskúlanum. Tey verða brúkt til alt møguligt. Í hesum góða veðrinum, valdi eg at brúka nøkur av blikkunum til urtapottar.

Eg breiddi ein stóran dúk út á terassuni. Dúkurin er ein gomul valplakat, úr sterkum tilfari, sum heldur í okkara veðurlagi. So hon er væl egnað at leggja undir, har eg máli. Síðani setti eg hópin av máling, penslum, blikkum og annað, sum eg kundi brúka til at gera nakrar nýggjar urtapottar við á dúkin. Eg málaði nøkur blikk og nøkur lat eg verða, sum tey eru.

Tá eg planti beinleiðis í blikkini, seti eg eitt ella fleiri hol í botnin, so vatnið kann renna frá. Onkuntíð seti eg ein pott niður í blikkini, tá skal hol ikki verða í botninum.

Tá eg seti blikk uttanfyri, seti eg tey soleiðis, at undirlagið tolir blikkini. Blikkini rusta, so vandi er fyri, at tey seta rust merkir á undirlagið. Eg velji sum oftast, at seta blikkini á undirlag sum tolir rustin, ella leggi eg okkurt undir blikkini. Tað ber til, at mála botnin og niðasta kantin við uttanduramáling, so er vandin fyri at rusturin smittar minni.

Hesir urtapottarnir halda alt summari, um teir standa uttanfyri - kanska eitt sindur longri enn tað.

Tá tú blakar blikkini burtur, skulu tey ikki í vanliga ruskílatið. Tú má sjálv koyra blikkini niðan á Endurnýtsluna, tey skulu í bingjuna við metalið.