So setti eg meg aftur at hyggja at hesum flottu lampuskermunum. Enntá mitt um náttina, í mánalýsi, næstan fullmáni. Eg veit ikki hví, men heima hjá okkum hava vit ongantíð funnið tær røttu lampunar, hóast vit havi búð her í skjótt 30 ár. Jú vit eiga eina lampu, sum okkum dámar sera væl. Hon var dýr og lekkur, hildu vit, tá vit keyptu hana fyri mongum árum síðani. Hon stendur her enn.
Hesar havi eg funnið á netinum. Tær er evnaðar til í Italia, hondgjørdar úr pappíri, mjøli og vatni. Lampuskermanir eru prýddir við máling innan og og litaðum leidningum. Eg eri fallin fyri teimum, má fara at royna meg, vita um eg kann eftirgeraða ella lata meg inspirera av myndunum.
Eg eigi hópin av gomlum avísum, so tað er uppá pláss. Eg havi eisini fleiri uppskriftir uppá pappmasje og pappmasjelím, men eg veit ikki, um eg dugi at evna mín lampuskerm, akkurát soleiðis sum eg vil hava hann og sum okkum dáma her heima.
Eg fari enn einaferð at njóta myndirnar av lekru lampuskermunum. Vóni at tú eisini fær eina góða uppliving.
Um eg klári at evna okkara lampuskerm, so lovi eg, at taka myndir og deila uppskriftina við tykkum gott vikuskifti.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar