![]() |
Høgni, Antoni og Lóa við Kiliplantunum |
Í køkinum havi eg eitt ílæt standandi við hópin av ymiskum grønmetisfræið, steinum úr súreplum, blommum og øðrum fruktum. Tað er 6 ára gamla ommudóttir mín Lóa, sum goymir fræið og steinar úr øllum hugsandi fruktum og grønmeti.
Fyri einum góðum ári síðani sáðaði Lóa fræið úr einum søtum kili. Tað tók bert tveir mánaðir, so var tað blivið til hópin av smáum plantum. Lóa plantaði smáu planturnar í hvør sín lítlan urtapott, sum hon trúliga hevur givið vatn og passað. Á jólum í fjør komi fyrstu fruktirnar, ikki so stórar, men lekrar reyðar við sera góðum smakki.
Tað var eitt sindur trupult at halda lív í øllum plantunum, nakrar doyðu, men fýra yvirlivdu veturin. Tær hevur Lóa plantað í enn størri pottar og givið syskjunum hjá sær hvør sína plantu, sjálv eigur hon tvær eftir. Fyri at kenna planturnar aftur hevur Lóa sett navn á pottarnar. Allar fýra planturnar bera fleiri fruktir nú, so vit fylgja øll væl við og børnini gleða seg til reyðu fruktirnar um ikki so langa tíð.
Soleiðis sáðar tú kili ella líknandi fruktir:
Sprett fruktina upp, loys fræið frá plantuni og sáða tað í sáðmold ella turka tey til seinri brúk. Fræini eru tey hvítu kornini í miðuni á plantuni. Gev vatn javnan, so moldin ikki tornar.