Mær dámar sera væl at arbeiða við leðri. Leður er snøgt sagt tað lekrasta og lættasta tilfarið at arbeiða við. Eg sovnaði ikki í nátt, so eg fór upp, setti meg fyrst í arbeiðsrúmi, har liggur hópin av leðrið, sum skal sprettast upp, vaskast, smyrjast, klippast, skerast og seymast og okkurt skal leggjast á goymslu til at brúka seinri. Eg havi ætlanir um at brúka alt.
Faktiskt havi eg samlað leður/skinn seinastu 30 árini, so har er nokk at taka av. Fyrstu ferð, eg seymaði leður, var í 1982, tá eg gekk á Háskúla í Danmark. Eg elskaði fakið. Tá seymaði eg millum annað ein ryggsekk, sum bleiv mín skúlataska og ferðataska. Tað var mín ryggsekkur, sum eg altíð brúkti - í nógv ár. Hann var seymaður í hond úr nátúrlittum tjúkkum leðri við seglmakarastingum. Á donskum eitur leðrið kærnelæder.
Eftirsum eg var klárvakin í nátt, kundi eg tað sama fara á netið at finna mær íblástur. Eg fann hópin av spennandi leðurhugskotum. Eg valdi at leita eftir leðurstrimlum, hugsaði at brúka gomlu leðurbeltini til okkurt. Her eru nøkur hugskot.