Eg havi tað við at goyma bløð, tíðarrit, postkort, faldarar og alt møguligt annað. Onkuntíð gerst tað ov nógv og eg má rudda og blaka burtur. Hesar seinastu dagarnar í jólafrítíðini, tók eg meg saman, ætlaði at blaka hópin av pappíri burtur. Á veg út við pappírinum, kundi eg ikki lata verða, eg mátti gera eina roynd við onkrum av pappírinum. Tað bleiv til fleiri eskjur úr nøkrum gomlum Kvinnum (sum eg eigi dupult av) einum postkorti og einum faldara við føroyskum listaverkum í.
Eg havi gjørt eskjurnar í ymiskum støddum, tann minsta passar væl sum smúkkueskja. Í botnin í smúkkueskjuni havi eg lagt eitt tøvt ullint klæði.
Her sært tú eina teknaða frágreiðing av hvussu tú gert heimagjørdar eskjur.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar