søndag den 13. april 2014

Lekrir leður strimlar


Mær dámar sera væl at arbeiða við leðri. Leður er snøgt sagt tað lekrasta og lættasta tilfarið at arbeiða við. Eg sovnaði ikki í nátt, so eg fór upp, setti meg fyrst í arbeiðsrúmi, har liggur hópin av leðrið, sum skal sprettast upp, vaskast, smyrjast, klippast, skerast og seymast og okkurt skal leggjast á goymslu til at brúka seinri. Eg havi ætlanir um at brúka alt.

Faktiskt havi eg samlað leður/skinn seinastu 30 árini, so har er nokk at taka av. Fyrstu ferð, eg seymaði leður, var í 1982, tá eg gekk á Háskúla í Danmark. Eg elskaði fakið. Tá seymaði eg millum annað ein ryggsekk, sum bleiv mín skúlataska og ferðataska.  Tað var mín ryggsekkur, sum eg  altíð brúkti - í nógv ár. Hann var seymaður í hond úr nátúrlittum tjúkkum leðri við seglmakarastingum. Á donskum eitur leðrið kærnelæder.

Eftirsum eg var klárvakin í nátt, kundi eg tað sama fara á netið at finna mær íblástur. Eg fann hópin av spennandi leðurhugskotum. Eg valdi at leita eftir leðurstrimlum, hugsaði at brúka gomlu leðurbeltini til okkurt. Her eru nøkur hugskot.










Ingen kommentarer:

Send en kommentar