lørdag den 26. juli 2014

Føroysku klæðini hjá mær gjøgnum tíðirnar


Elin, Jóna og Birita Lindenskov



Elin, Birita og Kathrina






Eg eri í føroyskum klæðum í kvøld, tí eg eri í brúlleypi. Eg fari í aftur klæðini mánadagin og týsdagin, tí tá er Ólavsøka. Eg havi altíð verið í føroyskum klæðum á Ólavsøku og tað ætli eg mær aftur í ár.
 Eg minnist ikki míni allar fyrstu føroysku klæði, men eg veit at Birita systir mín og eg, áttu hvít fyriklæði við broderðaum bordum á. Tey brúka ommudøtrarnar hjá mær nú. Vit høvdu grønar kýsar við reyðum sloyfum. Turriklæðini vóru blomstrut. Fyriklæði hjá mær var svart vovið, við litføgrum borda í neðra. Eg havi tað enn og brúki tað av og á. Vit høvdu báðar reytt/svar skjúrt og troyggju. Smúkurnar vóru ein blandingur. Okkurt arvað frá mammu og ommu, mallurnar, sum eru úr tinni vóru keyptar í Norra.
Eg ynskti mær smúkkurnar við heitinum Víkkingaskipið frá N. L. Arge. Eg helt tær vóru barasta so flottar. Tí fór eg at samla uppá smúkkurnar sum 7 - 8 ára gomul. Eg fekk tær so við og við í føðingardagsgávu, jólagávu og konfirmantiónsgávu.
Eg konfirmeraðist í føroyskum klæðum. Eg lokkaði mammu at brodera hvítt turriklæði og fyriklæði og lánti Víkingasmúkkurnar frá eini mostur. Hvíta turriklæðið og fyriklæðið havi eg ikki brúkt so nógv aftaná, men onkuntíð. Smúkkurnar brúki eg enn.
Svarta fyriklæðið, sum eg hevði sum stór smágenta, brúkti eg rættuliga leingi, saman við eini russiskum turriklæðið, sum eg fekk frá pápa mínum eina ferð hann hevði verið í Russlandi. Eg havi hetta russiska turriklæðið enn og brúki tað av og á.
Klæðini, sum eg eri í í kvøld og fari í á Ólavsøku, havi eg sjálv gjørt. Eg setti mær einaferð fyri, at eg skuldi gera alt sjálv, binda troyggjuna, veva toyið til skjúrtið, turriklæðið og fyriklæðið og sjálvandi gera alt til sjálv.
Tað tók mær eini 6 ár at fáa alt liðugt. Troyggjan er bundin á stokkum nr. 1,5. Klæðini eru siðbundin - einasta broyting er liturin, sum er eitt sindur ørðvísið hóast tað er reytt og blátt. Alt er gjørt úr sama tógvi, so litturin er tann sami allan vegin ígjøgnum.

Eg eri glað fyri klæðini, hóast eg kanska hevði valt okkurt annað, um eg skuldi fingið mær føroysk klæði nú. Eg veit ikki, hvat eg hevði valt, tí tað eru so ótrúliga nógvir møguleikar.

lørdag den 12. juli 2014

Ókeypisk peeling í Sandagerði



Tað kennist sum um, eg havi verið sunnanfyri. Sólin hevur bakað niður í fleiri dagar á rað. Eg havi summarfríð, og tí kann eg njóta tað uttandura. Morgunløtan í Sandagerði er altíð deilig, men hesar seinastu dagarnar hevur hendan løtan verið fantastisk, sól, stilli, blikalogn og spegilsklárur sjógvur. Tað kann ikki verða betri.
Vit eru fleiri kvinnur, sum hittast í Sandagerði hvønn morgun, svimja nøkur tøk á sjónum, práta eina løtu, áðrenn vit fara frískar og vælnøgdar heim, at byrja dagin.
Henda seinasta vikan hevur verið framúr góð. Vit hava verið longri og

oftari á sjónum, hava drukkið kaffi og notið veðrið. Vit svimja saman við einari kvinnu úr Fuglafirði. Hon fortaldi okkum, at í Fuglafirði peela kvinnurnar sær við sandi og fara á sjógv at skola av okkum aftur. Tað máttu vit eisini royna, hóast okkara sandur er nakað grovari enn sandurin í Fuglafirði. Vit svimja fyrst, fara so upp á land, gníggja sand á kroppin og so á sjógv at skolað av aftur. Hetta er vælvera fram um alt annað, og so er tað ókeypis. Eg kann viðmæla øllum at svimja á sjónum og at royna hesa peeling.




fredag den 11. juli 2014

Sjósvimjing er vælverða fyri kropp og sál


Tað eru longu fimm ár síðani, eg byrjaði at svimja á sjónum saman við nøkrum av mínum floksfelagum úr Kommunuskúlanum. Eg fekk brell, tá eg læst um vestmannakonur, sum tá høvdu svomið á sjónum eina tíð. Eg vildi eisini royna hetta. Tá visti eg ikki, at tað er so fantastiskt og lekkurt at svimja ella bara líka dyppað seg í kalda sjógvin.
Eg eri blivin bundin av sjónum, má á sjógv, helst eina ferð um dagin alt árið - sjálvandi um tað ber til. Um vetrarnar kann tað verða vandamikið at loypa á sjógv, um aldan er ov stór ella tað brýtur illa.
Hinvegin so er tað barasta so lekkurt á sjónum um veturin, tí tá kann sjógvurin verða heitari enn luftin. Summarhálvuna eru vit nakrar sum svimja áðrenn arbeiðstíð.
Morgunløturnar á sjónum eru fantastiskar, næstan óansæð veðrið, tað allarbesta er aftaná - at koma upp úr sjónum um morgunin er sum at gerast eitt nýtt menniskja.
Umframt vælveruna við at svimja á sjónum, njóta vit tað sosialu samverðurna, sum ríkar okkum allar. Tí er okkara sjósvimjing vælvera fyri kropp og sál.
Fólk svimja á sjónum um alt landið. Um tú ætlar tær at royna tað, er gott at seta teg í samband við onnur sum svimja á sjónum, fyri at tryggja tær, at tú bert teg rætt at. Tað er týdningarmikið, at tú altíð hevur onkran við tær, tá tú fert at svimja.
Tað eru fleiri svimjibólkar á Facebook, tú kann kanna, um onkur er í tínum øki. Eg kenni ikki allar bólkarnar, men her eru nakrir:
Havsvimjifelagið 365 í HoyvíkSjósvimjarar í Sørvági, Sjósvimjarar á Brúnni í Vestmanna, Dyppararnir í Syðrugøtu

Reglugerð fyri havsvimjing 
Far ongantíð einsamøll at svimja.
Árenn farið verður útí: kanna um telefonsamband er til Føroya  Tele  & Vodafone.
Áðrenn tú fert útí: Tú skalt fylgjast við onkrum og avtala hvørji tekin skulu nýtast í neyðstøðu.
Fylgið gjørdum avtalum.
Svimjararnir telja javnan, um øll eru við.
Tann / tey, sum eru á landi: Gerið av tykkara millum, hvør ger hvat um neyðstøða verður. Havið eyguni við, og teljið javnan svimjararnar.
Neyðstøða:
Ring 112.
Sig hvar tú ert, og at brúk er fyri kavara og sjúkrabili.
Upplýs hvar viðkomandi seinast var sæddur.