Elin, Jóna og Birita Lindenskov
Elin, Birita og Kathrina
Eg eri í føroyskum klæðum í kvøld, tí eg eri í brúlleypi. Eg fari í aftur klæðini mánadagin og týsdagin, tí tá er Ólavsøka. Eg havi altíð verið í føroyskum klæðum á Ólavsøku og tað ætli eg mær aftur í ár.
Eg minnist ikki míni allar fyrstu føroysku klæði, men eg veit at Birita systir mín og eg, áttu hvít fyriklæði við broderðaum bordum á. Tey brúka ommudøtrarnar hjá mær nú. Vit høvdu grønar kýsar við reyðum sloyfum. Turriklæðini vóru blomstrut. Fyriklæði hjá mær var svart vovið, við litføgrum borda í neðra. Eg havi tað enn og brúki tað av og á. Vit høvdu báðar reytt/svar skjúrt og troyggju. Smúkurnar vóru ein blandingur. Okkurt arvað frá mammu og ommu, mallurnar, sum eru úr tinni vóru keyptar í Norra.
Eg ynskti mær smúkkurnar við heitinum Víkkingaskipið frá N. L. Arge. Eg helt tær vóru barasta so flottar. Tí fór eg at samla uppá smúkkurnar sum 7 - 8 ára gomul. Eg fekk tær so við og við í føðingardagsgávu, jólagávu og konfirmantiónsgávu.
Eg konfirmeraðist í føroyskum klæðum. Eg lokkaði mammu at brodera hvítt turriklæði og fyriklæði og lánti Víkingasmúkkurnar frá eini mostur. Hvíta turriklæðið og fyriklæðið havi eg ikki brúkt so nógv aftaná, men onkuntíð. Smúkkurnar brúki eg enn.
Svarta fyriklæðið, sum eg hevði sum stór smágenta, brúkti eg rættuliga leingi, saman við eini russiskum turriklæðið, sum eg fekk frá pápa mínum eina ferð hann hevði verið í Russlandi. Eg havi hetta russiska turriklæðið enn og brúki tað av og á.
Klæðini, sum eg eri í í kvøld og fari í á Ólavsøku, havi eg sjálv gjørt. Eg setti mær einaferð fyri, at eg skuldi gera alt sjálv, binda troyggjuna, veva toyið til skjúrtið, turriklæðið og fyriklæðið og sjálvandi gera alt til sjálv.
Tað tók mær eini 6 ár at fáa alt liðugt. Troyggjan er bundin á stokkum nr. 1,5. Klæðini eru siðbundin - einasta broyting er liturin, sum er eitt sindur ørðvísið hóast tað er reytt og blátt. Alt er gjørt úr sama tógvi, so litturin er tann sami allan vegin ígjøgnum.
Eg eri glað fyri klæðini, hóast eg kanska hevði valt okkurt annað, um eg skuldi fingið mær føroysk klæði nú. Eg veit ikki, hvat eg hevði valt, tí tað eru so ótrúliga nógvir møguleikar.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar