fredag den 11. juli 2014

Sjósvimjing er vælverða fyri kropp og sál


Tað eru longu fimm ár síðani, eg byrjaði at svimja á sjónum saman við nøkrum av mínum floksfelagum úr Kommunuskúlanum. Eg fekk brell, tá eg læst um vestmannakonur, sum tá høvdu svomið á sjónum eina tíð. Eg vildi eisini royna hetta. Tá visti eg ikki, at tað er so fantastiskt og lekkurt at svimja ella bara líka dyppað seg í kalda sjógvin.
Eg eri blivin bundin av sjónum, má á sjógv, helst eina ferð um dagin alt árið - sjálvandi um tað ber til. Um vetrarnar kann tað verða vandamikið at loypa á sjógv, um aldan er ov stór ella tað brýtur illa.
Hinvegin so er tað barasta so lekkurt á sjónum um veturin, tí tá kann sjógvurin verða heitari enn luftin. Summarhálvuna eru vit nakrar sum svimja áðrenn arbeiðstíð.
Morgunløturnar á sjónum eru fantastiskar, næstan óansæð veðrið, tað allarbesta er aftaná - at koma upp úr sjónum um morgunin er sum at gerast eitt nýtt menniskja.
Umframt vælveruna við at svimja á sjónum, njóta vit tað sosialu samverðurna, sum ríkar okkum allar. Tí er okkara sjósvimjing vælvera fyri kropp og sál.
Fólk svimja á sjónum um alt landið. Um tú ætlar tær at royna tað, er gott at seta teg í samband við onnur sum svimja á sjónum, fyri at tryggja tær, at tú bert teg rætt at. Tað er týdningarmikið, at tú altíð hevur onkran við tær, tá tú fert at svimja.
Tað eru fleiri svimjibólkar á Facebook, tú kann kanna, um onkur er í tínum øki. Eg kenni ikki allar bólkarnar, men her eru nakrir:
Havsvimjifelagið 365 í HoyvíkSjósvimjarar í Sørvági, Sjósvimjarar á Brúnni í Vestmanna, Dyppararnir í Syðrugøtu

Reglugerð fyri havsvimjing 
Far ongantíð einsamøll at svimja.
Árenn farið verður útí: kanna um telefonsamband er til Føroya  Tele  & Vodafone.
Áðrenn tú fert útí: Tú skalt fylgjast við onkrum og avtala hvørji tekin skulu nýtast í neyðstøðu.
Fylgið gjørdum avtalum.
Svimjararnir telja javnan, um øll eru við.
Tann / tey, sum eru á landi: Gerið av tykkara millum, hvør ger hvat um neyðstøða verður. Havið eyguni við, og teljið javnan svimjararnar.
Neyðstøða:
Ring 112.
Sig hvar tú ert, og at brúk er fyri kavara og sjúkrabili.
Upplýs hvar viðkomandi seinast var sæddur.









Ingen kommentarer:

Send en kommentar