lørdag den 13. december 2014

Nú eri eg stylist






UHU nú kann eg skriva stylist á m´tt CV. Eg havi verið til prótøku í dag - og eg haldi, tað gekk sera væl. Nú fari eg oman í Kaffihúsið við manninum og góðum vinfólkum :)

lørdag den 15. november 2014

Reinsa inniluftina við urtapottum


Húsini eru blivin so tøtt, at vit mugu lufta út, oftari enn neyðugt var, áðrenn vit bygdu um og bjálvaðu av nýggjum.
Nógvastaðni hava vit vánaligt inniklima, vit gerast ovurviðkvom, fáa høvuðpínu ella gerast sjúk, tí inniklimaði er so vánaligt. Ein av orsøkunum til vánaliga inniklimaði kann verða av skaðiligu evnini, sum verða sent út í luftina gjøgnum byggitilfari, møblar, plastikk, lím, lakk o.a. Kanningar frá m.a. NASA vísa at plantur hava serliga góða ávirkan á inniklimaði. Tær beinleiðis reinsa luftina fyri skaðiligu evnini. Og tað krevur ikki tað heilt stóra, at reinsa inniluftina. Tí sambært NASA kann ein planta av slagnum Chlorophytum, Ficus benjamina ella Epiperemnum uppá bert hálvan annan tíma,  reinsa formaldehyd í einum rúmi á 50 rúmmetrum,  so tað heldur seg innanfyri tað mest loyvdu nøgdina.
Eg fann ein plantulista við dokumenterðaum luftreinsandi evnum í. Eg kenni ikki øll nøvnini á føroyskum, tí havi eg skriva tað latínska navnið fremst, tey sum eg kenni standa eisini á føroyskum.
  • Aloe vera - Lækna-aloe
  • Chlorophytum elatum - Álaplanta
  • Draceana deremensis
  • Epipremnum aureum
  • Ficus benjamina - Stovubrik
  • Phalaenopsis - Orkidé - Børkubóndi
  • Sansevieria trifasciata
  • Schefflera arboricola
  • Spathiphyllum - Friðarlilja
  • Syngonium podophyllum
Um tú ætlar tær at keypa nýggjar urtapottar, keyp teir, sum eru merktir Air Cleener.




onsdag den 29. oktober 2014

Nýggjur skenkur úr gomlum køksskápi



Fía og Steingrímur (dóttir og versonur okkara) hava gjørt eitt gamalt køksskáp um til ein flottan skenk, sum tey hava í stovuni. Køksskápi, sum er snikkaragjørt, hevur Steingrímur arvað frá systur síni, sum ikki brúkti tað meira.

Tey havi tikið skokkulin undan køksskápinum og í staðin sett 6 gomul sofabein á. Beinini hava tey saga til, so øll hava somu hædd. Alt er málað hvítt. Og plastikk knøttarnir eru skiftir út við hondgjørdar leirknøttar, sum Lív Højsted Horsdal hevur gjørt.











lørdag den 18. oktober 2014

Sniðgev og bind egnan lampuskerm

Lampuskermanir hanga í Norðurlandahúsinum restina av árinum.

Seinasta vikuskifti var eg á eini spennandi bindiðverkstovu í Norðurlandahúsinum. Undirvísarar á veðurstovuni vóru sniðgevarnir Lone Stidsen og Hans Christian Madsen, sum bæði eru útbúgvin tekstilsniðgevar við binding sum sergrein. Lone granskar og hevur eina Ph.d. í ljóssniðgeving, Hans Christian er bindisniðgevi  hjá mótafyritøkuni Burberry.
Sum íblásturin til at binda okkara egnu lampuskermar, vóru tveir áhugaverdir fyrilestrar. Lone tosaði um, hvussu vit brúka ljós í ymiskum samanhangum, meðan Hans Christian tosaði um fyritøkuna Burberry, sum hevur eina søgu heilt aftur til 1856.
Tá vit byrjaðu, fingu vit lampustell í trimum ymiskum støddum, sum vit so skuldu sniðgeva og binda til, hekla ella brúka aðrar teknikkir. Tilfarið og stokkar høvdu vit við heimanífrá. Tað var ein spennandi tilgongd, tí vit eru so ymisk og hava hvør sína tilgongd til tilfarið. Flestu okkara bundu skermarnar, onkur heklaði ella nevaði um lampustelli. Tilfarið var somuleiðis ymiskt mest ull ella annað vanligt tógv í ymiskum litum og tjúktum. Ein skermur var bundin við filminum úr einum videobandið, ein við basti og onkur royndi seg við plastikki. Alt er loyvt, tó er umráðandi at hugsa um, hvørja ljósperu tú brúkar, tað besta er at brúka eina kalda peru t.v.s. spariperu, LED ella veika gløðiperu. Um tú brúkar sterkar gløðiperu, kann hon gerast ov heit og eldur koma í skermin.
Eg havi bundi um teir tríggjar skermarnar, sum vit fingu á veðurstovuni, umfram at eg brúkt eitt gamalt stell, sum eg hevði liggjandi heima.
Um tú hevur hug at binda ein lampuskerm, so kann tú brúka eitt gamalt stell. Kanna støddina á holinum til fatningin, áðrenn tú fert í gongd. Mítt gamla stell er til ein gamlan fatning, sum er minni enn teir, vit fáa í dag. Eg havi goymt fleiri gamlar fatningar, so eg brúkti ein av teimum og setti nýggjan leidning í.
UM tú  hevur hug at binda ein lampuskerm, so spæl eitt sindur við stokkunum, hekklinálum og tógvi. Alt ber til, so tað ræður um at brúka hugflogið. Eg kastaði uppá og royndi meg fram, til eg var nøgd við úrslitið. Tað ber altíð til at rekja uppaftur, um tú ikki er nøgd. Eg havi bæði seyma og hekla skermin fasta um endarnar. Eg má viðganga, at tað er nógv skjótari at seyma enn at hekla.







mandag den 8. september 2014

Mín uppskrift uppá hyllublómusaft

8. september 2014

Vit hava tveir hyllurunnar (hyld á donskum) í urtagarðinum, tann eldri er setur niður fyri eini 10 - 12 árum síðani. Eg var so spent, vónaði at hyllurunnarnir fóru at blóma beinanvegin ella fáa ár eftir, at eg hevði sett teir niður. Men tað skuldi ganga lang tíð. So endiliga blómaði tann eini í fjør, men í ár síggi eg ongar blómur og hin hevur ongantíð blóma enn. Tí er tað gott, at ein stórur gamal hyllurunnur stendur í urtagarðinum hjá mínum foreldrum. Mamma fekk ein avleggara úr urtagarðinum hjá ommu og abba í Fuglafirði, fyri nógvum árum síðani. Mammusa hyllurunnur blómar nú. Eg havi heintað umleið 20 blómuskjól av honum. Tað eru hesar blómur, eg havi brúkt í mínari uppskrift.

Hyllublómusaftin august 2014
Eg havi brúkt
Umleið 20 blómuskjól
2. vistfrøðiligar sitrónir
½ kg. vistfrøðiligt rørsukur
20 g. sitrónsýra
1 l. vatn
Fløskur við proppi
Atamon at skola fløskurnar í
Eg goymi fløskur við proppum, sum kunna brúkast umaftur. Onkuntíð keypi eg fløskur, um eg renni meg í onkra, sum eg haldi, er vælegnað at goym saft í.
Soleiðis ger tú: Klipp stelkin av blómunum og skola blómuskjólini væl í køldum vatni. Sker sitrónirnar í tunnar skivur. Legg blómuskjólini í eitt ílat saman við sukri, sitrónsýru og sitrónskivurnar. Stoyt 1 litur av kókandi vatni omaná. Tá lakin er kólnaður, skal tú seta hann í kuldaskápi. Lat standa í 3 - 4 dagar. Rør í lakanum av og á. Skola fløskurnar í kókandi vatni við eitt sindur av atamoni í. Síla vætuna gjøgnum eitt klæði og stoyt í fløskurnar.
Saftin er konsentrerað, tí skal hon tynnast við vatnið 1 part saft til 4-6 partar vatn. Drekk saftina kalda ella ger te av henni. Hyllublómute smakka væl, um tú stoytur nakrar dropar reina hyllublómusaft í ein kopp við kókaðum vatnið saman við tveimum skivum av appilsin.
Saftin kann frystast.








lørdag den 6. september 2014

Í Fugloy við háskúlanum - ein heilt serlig ferð!



Jógvan, Andrias, Arnfinnur og Elin kanna planturnar.


Hesa vikuna havi eg verið í Fugloy saman við háskúlanæmingum og starvsfeløgum. Vit leigaðu hús á Kirkju, har vit svóu, ótu, spældu og hugnaðu okkum í tveir dagar og tvær nætur. Veðrið var gott næstan alla tíðina. Hósdagin gingu vit øll, úr Kirkju til Hattarvíkar í nokkso nógvum regni. Hóast regn, høvdu vit ein deiligan túr. Húsini við búðu í hava einki internetsamband, einki útvarp og heldur einki sjónvarp. Tá vit komu, saknaðu vit internetið, men tað gekk ikki long tíð, so funnu vit okkum til rættis og nærum gloymdu alt um internet, útvarp og sjónvarp. Umframt gongutúrin til Hattarvíkar gingu vit fleiri túrar í vøkru náttúruni og vit vitjaðu í gamla handlinum á Kirkju, sum er opin eftir avtalu.
Ferðin til Fugloyar
Vit fóru úr Havnini við bygdaleiðum til Klaksvíkar við leið 400. Síðani fóru vit við leið 500 til Hvannasunds. Vit kundu eisini farið við leið 504, báðar leiðirnar steðga í Hvannasundi. Úr Hvannasundi siglur Ritan vanliga, hon er tó á beding í løtuni, tí silgdu vit við sjóttgangandi bátinum Jóspu út til Hattarvíkar.

Eg fari at mæla øllum, sum ikki hava verið í Fugloy, til at fara hagar. Tað er ein heilt serlig uppliving.




Handilin á Kirkju








Kirkja
Hattarvík







lørdag den 23. august 2014


Vit eru so heppin, at eiga ein gamlan ribsrunn. Eg veit ikki, hvussu gamal hann er. Runnurin var í urtagarðinum, tá vit fluttu í húsini fyri 28 árum síðani. Hvørt ár gevur runnurin okkum umleið 700 - 800 gramm av berum. Í ár var mongdin 750 gramm.
Seinasta sunnudag fóru ommudótturin Lóa og eg at heinta berini, tí Lóa vildi so fegin læra at gera gele.

Lóusa ribsgele uppskrift
750 gr. ber (uttan stelk)
750 gr. rørsukur (vistfrøðiligt)
1 posa melatin (gulur posi)

6 rein gløs - endurnýtt sjálvandi :)
Atamon
6 ljósadúkar, keyptir í Tinghúsinum á hjalla
ymisk bond, úr gloymsluni
pappír
blíant

Skolda krukkurnar í kókandi vatni (1 dl) við einari teskeið av atamon í.

Reinsa berini, koyr stelkin burtur. Skola berini væl. Stoyt tey í eina grýtu við ½ l av vatni. Lat berini kóka til tey eru sum greytur. Síla greytin gjøgnum eitt reint klæði. Tað er saftin, sum skal brúkast til geleið. Lóa brúkti 1 litur av ribssaft, tú kann koyra meira vatn í, um tú ikki hevur ein heilan litur. Hita saftina í eini grýtu lat kóka í 1 minutt. Stoyt ein posa av gulun melantin í og rør væl. Stoyt surkurið varliga í meðan grýtan kókar. Lat kóka 1 minutt. Tak grýtuna av plátuni, tak hvíta skúmið oman av gelenum. Stoyt geleið í krukkur, lat kólna, áðrenn tú setur lokini á. Legg eitt klæði omaná krukkurnar, til geleið er kólnað.

Lóa prýddi lokini við hvítum ljósadúkum, sum vit hava keypt í Tinghúsinum á Hjalla. Bondini eru úr goymslukassanum. Etikettin er klipt úr hvítum pappírrestum.








lørdag den 26. juli 2014

Føroysku klæðini hjá mær gjøgnum tíðirnar


Elin, Jóna og Birita Lindenskov



Elin, Birita og Kathrina






Eg eri í føroyskum klæðum í kvøld, tí eg eri í brúlleypi. Eg fari í aftur klæðini mánadagin og týsdagin, tí tá er Ólavsøka. Eg havi altíð verið í føroyskum klæðum á Ólavsøku og tað ætli eg mær aftur í ár.
 Eg minnist ikki míni allar fyrstu føroysku klæði, men eg veit at Birita systir mín og eg, áttu hvít fyriklæði við broderðaum bordum á. Tey brúka ommudøtrarnar hjá mær nú. Vit høvdu grønar kýsar við reyðum sloyfum. Turriklæðini vóru blomstrut. Fyriklæði hjá mær var svart vovið, við litføgrum borda í neðra. Eg havi tað enn og brúki tað av og á. Vit høvdu báðar reytt/svar skjúrt og troyggju. Smúkurnar vóru ein blandingur. Okkurt arvað frá mammu og ommu, mallurnar, sum eru úr tinni vóru keyptar í Norra.
Eg ynskti mær smúkkurnar við heitinum Víkkingaskipið frá N. L. Arge. Eg helt tær vóru barasta so flottar. Tí fór eg at samla uppá smúkkurnar sum 7 - 8 ára gomul. Eg fekk tær so við og við í føðingardagsgávu, jólagávu og konfirmantiónsgávu.
Eg konfirmeraðist í føroyskum klæðum. Eg lokkaði mammu at brodera hvítt turriklæði og fyriklæði og lánti Víkingasmúkkurnar frá eini mostur. Hvíta turriklæðið og fyriklæðið havi eg ikki brúkt so nógv aftaná, men onkuntíð. Smúkkurnar brúki eg enn.
Svarta fyriklæðið, sum eg hevði sum stór smágenta, brúkti eg rættuliga leingi, saman við eini russiskum turriklæðið, sum eg fekk frá pápa mínum eina ferð hann hevði verið í Russlandi. Eg havi hetta russiska turriklæðið enn og brúki tað av og á.
Klæðini, sum eg eri í í kvøld og fari í á Ólavsøku, havi eg sjálv gjørt. Eg setti mær einaferð fyri, at eg skuldi gera alt sjálv, binda troyggjuna, veva toyið til skjúrtið, turriklæðið og fyriklæðið og sjálvandi gera alt til sjálv.
Tað tók mær eini 6 ár at fáa alt liðugt. Troyggjan er bundin á stokkum nr. 1,5. Klæðini eru siðbundin - einasta broyting er liturin, sum er eitt sindur ørðvísið hóast tað er reytt og blátt. Alt er gjørt úr sama tógvi, so litturin er tann sami allan vegin ígjøgnum.

Eg eri glað fyri klæðini, hóast eg kanska hevði valt okkurt annað, um eg skuldi fingið mær føroysk klæði nú. Eg veit ikki, hvat eg hevði valt, tí tað eru so ótrúliga nógvir møguleikar.

lørdag den 12. juli 2014

Ókeypisk peeling í Sandagerði



Tað kennist sum um, eg havi verið sunnanfyri. Sólin hevur bakað niður í fleiri dagar á rað. Eg havi summarfríð, og tí kann eg njóta tað uttandura. Morgunløtan í Sandagerði er altíð deilig, men hesar seinastu dagarnar hevur hendan løtan verið fantastisk, sól, stilli, blikalogn og spegilsklárur sjógvur. Tað kann ikki verða betri.
Vit eru fleiri kvinnur, sum hittast í Sandagerði hvønn morgun, svimja nøkur tøk á sjónum, práta eina løtu, áðrenn vit fara frískar og vælnøgdar heim, at byrja dagin.
Henda seinasta vikan hevur verið framúr góð. Vit hava verið longri og

oftari á sjónum, hava drukkið kaffi og notið veðrið. Vit svimja saman við einari kvinnu úr Fuglafirði. Hon fortaldi okkum, at í Fuglafirði peela kvinnurnar sær við sandi og fara á sjógv at skola av okkum aftur. Tað máttu vit eisini royna, hóast okkara sandur er nakað grovari enn sandurin í Fuglafirði. Vit svimja fyrst, fara so upp á land, gníggja sand á kroppin og so á sjógv at skolað av aftur. Hetta er vælvera fram um alt annað, og so er tað ókeypis. Eg kann viðmæla øllum at svimja á sjónum og at royna hesa peeling.




fredag den 11. juli 2014

Sjósvimjing er vælverða fyri kropp og sál


Tað eru longu fimm ár síðani, eg byrjaði at svimja á sjónum saman við nøkrum av mínum floksfelagum úr Kommunuskúlanum. Eg fekk brell, tá eg læst um vestmannakonur, sum tá høvdu svomið á sjónum eina tíð. Eg vildi eisini royna hetta. Tá visti eg ikki, at tað er so fantastiskt og lekkurt at svimja ella bara líka dyppað seg í kalda sjógvin.
Eg eri blivin bundin av sjónum, má á sjógv, helst eina ferð um dagin alt árið - sjálvandi um tað ber til. Um vetrarnar kann tað verða vandamikið at loypa á sjógv, um aldan er ov stór ella tað brýtur illa.
Hinvegin so er tað barasta so lekkurt á sjónum um veturin, tí tá kann sjógvurin verða heitari enn luftin. Summarhálvuna eru vit nakrar sum svimja áðrenn arbeiðstíð.
Morgunløturnar á sjónum eru fantastiskar, næstan óansæð veðrið, tað allarbesta er aftaná - at koma upp úr sjónum um morgunin er sum at gerast eitt nýtt menniskja.
Umframt vælveruna við at svimja á sjónum, njóta vit tað sosialu samverðurna, sum ríkar okkum allar. Tí er okkara sjósvimjing vælvera fyri kropp og sál.
Fólk svimja á sjónum um alt landið. Um tú ætlar tær at royna tað, er gott at seta teg í samband við onnur sum svimja á sjónum, fyri at tryggja tær, at tú bert teg rætt at. Tað er týdningarmikið, at tú altíð hevur onkran við tær, tá tú fert at svimja.
Tað eru fleiri svimjibólkar á Facebook, tú kann kanna, um onkur er í tínum øki. Eg kenni ikki allar bólkarnar, men her eru nakrir:
Havsvimjifelagið 365 í HoyvíkSjósvimjarar í Sørvági, Sjósvimjarar á Brúnni í Vestmanna, Dyppararnir í Syðrugøtu

Reglugerð fyri havsvimjing 
Far ongantíð einsamøll at svimja.
Árenn farið verður útí: kanna um telefonsamband er til Føroya  Tele  & Vodafone.
Áðrenn tú fert útí: Tú skalt fylgjast við onkrum og avtala hvørji tekin skulu nýtast í neyðstøðu.
Fylgið gjørdum avtalum.
Svimjararnir telja javnan, um øll eru við.
Tann / tey, sum eru á landi: Gerið av tykkara millum, hvør ger hvat um neyðstøða verður. Havið eyguni við, og teljið javnan svimjararnar.
Neyðstøða:
Ring 112.
Sig hvar tú ert, og at brúk er fyri kavara og sjúkrabili.
Upplýs hvar viðkomandi seinast var sæddur.